Nissan Leaf fer nú í søguna
Nissan Leaf er ein sera væl umtóktur bilur í Føroyum. Bilurin kom á marknaðin fyri gott tíggju árum síðan, og hesin var nokk tann fyrst hópframleiddi el-bilurin, ið var tøkur her heima.
Nú hevur stjórin Guillaume Cartier hjá Nissan Europe kunngjørt, at Nissan Leaf fer í søguna, og í staðin fáa vit ein “Crossover” bil, sum kemur á marknaðin í 2025.
Hesin nýggi Crossover bilurin er bygdur á CMF-EV platformin, ið Renault-Nissan-Mitsubishi alliansan brúkar, og sum vit kenna frá Nissan Ariya og Renault MeganE E-Tech.