Mest seldi Porsche sport bilurin er nú ein el-bilur
Man kann ikki siga annað, enn at el-bilar taka seg nógv fram, og at fólk veruliga hava tikið hesar til sín. Hagtøl frá Porsche vísa, at el-bilurin Taycan slær tann navnframa 911 av trónuni, og er nú tann 3. best seljandi bilurin hjá Porsche, og tann mest seljandi, um man ikki telur SUV útgávurnar Macan og Cayenne við.