Kinesiskir bilar gera innrás á el-bila marknaðin
Eisini í Føroyum síggja vit tekin um hesa innrás, millum annað Nordcar og Bergmotors umboða nýggj kinesisk el-bilamerkir við ávikavist Maxus og Aiways. Fyri 10 árum síðan vildi man helst ikki skoytt einum kinesiskum bili ein tanka, men nú síggja vit, at teir taka kampin upp við teir bestu og kappast við bæði japanskar og týskar framleiðarar innan dygd, trygd og avrik.
Niðanfyri síggja vit Kris Rifa royndarkoyra Hongqi E-HS9, ið er ein luksus SUV á stødd við BMW X7. Hoyr hvat Kris og vinmenn hansara siga um hendan bilin.