Kelda: Kvf.fo
Infrakervið er ikki til reiðar til el-bilar
Hóast Umhvørvisstovan mælir løgtinginum frá at stuðla hybridbilum, so gongur Fíggjarnevndin ímóti tilmælinum frá Umhvørvisstovuni.
– Infrakervið er ikki til reiðar til at vit bara satsa uppá elbilar, sigur Magnus Rasmussen, formaður í fíggjarnevndini hjá løgtinginum, sum tí eisini vil veita almennan stuðul til hybridbilar og plug-in hybridbilar.
Í sínum hoyringssvari sigur Umhvørvisstovan greitt, at:
“Elbilar eru einasta alternativi til bensin og dieselbilar, um Føroyar skulu flytast fram á grønu leiðini.”
Mælir frá hybridbilum
Tí mælir Umhvørvisstovan løgtinginum frá at geva hybridbilum og plug-in hybridbilum lættar í skrásetingargjaldinum og mvg-afturbering.
Í sínum hoyringssvari sigur Umhvørvisstovan víðari, at endamálið við orkupolitikkinum er at skifta olju út við grøna orku allastaðni, har tað ber til.
Umleið 90 prosent av samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi stava frá brenning av olju og burturkasti. Fiskiskipini eiga nógv tann størsta partin, heili 44 prosent.
CO2-útlátið frá samlaðu bilparkini – tað vil siga frá øllum akførunum á føroysku vegunum, er umleið 9%…
Hoyr innslagið her