1. Soleiðis broytir tú prísin
- Innrita
- Trýst á “Menu“
- Vel “Mín vangi” og síðan “Mín Sølulisti“
- Trýst á myndina av akfarinum, og vel blíant ikonina “Rætta“
- Broyt prísin í feltinum “Prísur” ella skriva ein tilboðs prís í feltið “Tilboðsprísur“
- Trýst á knappin “Dagfør“
2. Góð ráð til myndatøkuna
- Tak myndina uttanfyri og í dagsljósi
- Vaska bilin áðrenn innan og uttan
- Tak myndirnar í liggjandi format tí tá egna tær seg best til heimasíðuna
- Fyll myndina út, sí myndadømini
- Vit viðmæla 5 myndir av bilinum uttan
- Vit viðmæla 4 myndir av bilinum innan av intrumentbrettinum, forseturunum, bakseturunum og viðførisrúminum.
Um myndirnar fylla ov nógv
Um myndirnar fylla ov nógv megabyte, vil skipanin hava trupult við at innlesa myndirnar í sølulýsingina.Tað tú kann gera er at tryggja tær, at telefonin ella myndatólið ikki er innstillað til hægstu góðsku, tá tú tekur myndirnar. Eisini ber til at nýta ymsar online tænastur til at minka um myndir, sum tú longu hevur tikið. Til dømis kann “Compressjpeg.com” nýtast, sí leinkjuna niðanfyri.
Um tú longu hevur sett bilin til sølu á Facebook, ber til at taka myndirnar hagani, tí tá hevur facebook skipanin longu tilpassa myndirnar.
3. Røkk longur við Turbo
Gongur tað striltið við at selja akfarið? So kanst økja um vísingatalið við Turbo tænastuni, har vit eisini lýsa við tínum akfarið á øðrum miðlum, soleiðis at fleiri síggja títt akfar. Við Turbo tænastuni kanst tú lýsa við tínum akfarið á Facebook, Instagram og ymsum føroyskum miðlum úr einans kr. 200,-