Hasselhoff hevur sett K.I.T.T. til sølu

Hasselhoff hevur sett K.I.T.T. til sølu

Ein replica av legendariska bilinum K.I.T.T. (Pontiac Firebird Trans Am) frá Knight Rider røðini er settur til sølu. Bilurin er á uppboðssølu á liveauctioneers.com, og seljarin er eingin annar enn David Hasselhoff sjálvur.

Til tey sum ikki kenna Knight Rider, so er talan um væl umtøktu sendirøðina frá 1980’unum, har Michael Knight (David Hasselhoff) og makkarin, sjálvkoyrandi og tosandi bilurin K.I.T.T. – sum var ógvuliga veruleikafjart í 80’unum – loysa alskyns kriminellar fløkjur.

Í skrivandi løtu er hægsta boðið $475.000, og eftirsum prísurin er farin upp um 25% av minstamarkinum, verður tað sum lovað, The Hoff sjálvur sum leverar bilin til nýggja eigaran.

Les meira og sí fleiri myndir her

Niðanfyri sæst intro’in til sendirøðina Knight Rider.

Vehicle added!
The vehicle is already in the wishlist!