Handilstreytir

Kontaktoplysninger

Akfør.fo

Karlotsgøta 8
188 Hoyvík
V-tal: 646504

handil@akfoer.fo
www.akfoer.fo

Handilsstreytir

Tá tú skalt gjalda við gjaldskorti skalt tú uppgeva kortnummar, nær kortið gongur út og kontrolsiffur. Harvið loyvir tú Akfør.fo at taka upphæddina av kontu tínari. Samskiftið er krypterað, soleiðis at hvørki hesin nethandilin ella annar óviðkomandi hevur møguleika at fáa fatur á tínum kortupplýsingum.

Um ikki annað er avtalað, verður upphæddin trekt av konto hjá kunda, tá vøran verður send ella avheintað.

Persónspolitikkur

Akfør.fo verjir persónligar upplýsingar, sum vit fáa frá tær. Keypir tú vøru umvegis heimasíðuna, nýta vit bert upplýsingar frá tær til at avgreiða tína bílegging.

Vit geva ikki persónligar upplýsingar, so sum tín teldubrævbústað, til triðja part.

Iðranarrættur

Um tú iðrar teg um keypið innan 14 dagar, afturgjalda vit fullan prís fyri vøruna, treytað av, at vøran ikki er pakkað út / er í upprunapakkitilfari. Kundin skal sjálvur syrgja fyri / rinda fyri at fáa vøruna aftur til Billutir á Hoyvíksvegi 61 í Tórshavn. Hetta er bert galdandi fyri vørur bílagdar beinleiðis gjøgnum heimasíðuna handil.akfoer.fo

Leveringstreytir

Um vit eiga allar bíløgdu vørurnar á goymslu, er vanliga levering innan 1-3 yrkisdagar. Um onkur vøra má bíleggjast frá fjargoymsluni, er levering vanliga innan 5-10 yrkisdagar.

Vit royna okkara besta fyri at pakka og senda sama dag sum bíleggingin verður framd. Og annars verður tað fyrst komandi yrkadagur. Síðani verður pakkin leveraður á ynskta hátt.

Tveir leveringsmøguleikar eru tá tú bíleggur frá Akfør.fo handlinum – Antin avheintar tú sjálv/ur bíleggingina hjá Billutir í Tórshavn, ella bíleggur tú útkoyring frá Posta við eyka gjaldið.

1. Avheinta hjá Billutir:
Velur tú at avheinta hjá Billutir, fært tú eini boð við SMS tá pakkin er klárur at avheinta á Hoyvíksvegi 61 í Tórshavn.

2. Senda við Posta:
Posta levera pakkar til dyrnar runt alt landið frá manadag til fríggjadag. Eyka gjald kemur á ordran fyri hesa leveringsloysn. Prísir síggjast á www.posta.fo

Tænastutreytir

Allir prísir eru íroknað meirvirðisgjald, um annað ikki er tilskilað. Gjaldoyra er DKK. Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum og útseldum vørum.

Allar vørur eru ogn hjá Billutir inntil vøran er fult goldin. (okkara vørur)

Gjalding

Til ber at gjalda við Mastercard og Visakort
Heimasíðan brúkar eitt SSL certificat sum tryggjar at tínir upplýsingar eru tryggir og data er bronglað.

—-

Akfør.fo handilin brúkar Reepay sum gjaldsloysn og Swedbank Pay Danmark sum acquirer.

—–

Fyri upphæddir yvir 225 kr. er neyðugt at brúka 3D Secure sum merkir at keypið skal váttast við SMS kotu. Til ber at tosa við tín banka um hetta, um tú ikki longu hevur tað.

Les meira 3D Secure her:

BankNordik
https://www.banknordik.fo/privat/taenastur/kort/god-rad-um-kort/keyp-trygt-a-netinum

Betri.fo
https://www.betri.fo/fo/banki/gjaldskort/gott-at-vita-um-gjaldskort

Suðuroyar Sparikassi
https://www.ss.fo/kort/3d-secure

Norðoya Sparikassi
https://www.ns.fo/fo/privat/tanastur/gjaldkort/3d-secure