El-Pickup er tað nýggja svarta
Flest øll biláhugaði hava hoyrt um Tesla Cybertruck við tí sermerkta sniðinum, ið bleiv kunngjørdur 21. november 2019, og sum væntandi kemur á marknaðin seinni í ár. Tesla og teirra Cybertruck sleppur ikki at eiga hendan marknaðin einsamallur, tí longu nú standa bilframleiðararnir í kø at kunngera teirra el-Pickup bil.
Niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir teir kunngjørdu pickup bilarnar, ið vit kunnu vænta okkum í framtíðini.