El-lastbilur á marknaðinum í 2023
Volta hevur kunngjørt sniðið á teirra eldrivna lastbili Volta Zero, og eru í ferð við at framleiða fyrstu prototypurnar. Væntandi verður lastbilurin testaður á almennum vegum í Onglandi og Fraklandi tíðliga í 2022, og verða fyrstu 5.000 eintøkini klár á marknaðinum í endanum av 2023.
Lastbilurin fer í fyrstu syftu at røkka millum 150-200 km. uppá eina løðing. So hesin er sjálvandi best egnaður til stórbýarkoyring og ikki til langar túrar á motorvegi.
Sí niðanfyri filmsbrot av eldrivna lastbilinum.