Ein RZR Pro gongur amok í Long Beach
Polaris, ið er mest kent her heima fyri at gera ATV’arir, gera eisini UTV’arir
UTV stendur fyri Utility Terrain Vehicle, og hetta líkist meira einum bili enn einum ATV. Eins og við ATV’in, so hevur UTV’in somu frálíku offroad eginleikar.
Í videobrotinum niðanfyri síggja vit RJ Anderson, ið er fimm faldur Offroad meistari og yrkis stuntkoyrari, spæla sær við einari serútgávu av Polaris UTV’ini RZR Pro R í gøtunum og á strondini í Long Beach, Kalifornia.
Hetta video er framleitt av Hoonigan í samstarv við Polaris og VP racing, sum ein viðurkenning til teirra gomlu hølir og grannalag, ið teir nú flyta úr.