“Cyberfloytan” útseld uppá tveir tímar
Sum gimmick í samband vid at Tesla skjótt lanserar Cybertruck, var ein floyta sniðgivin út frá sama leisti, og sett til sølu á heimasíðuni hjá Tesla. Floytan bleiv príssett til $38 (328 kr.), og var útseld aftaná tveir tímar. Óvist er hvussu nógvar floytir vóru á goymslu, men okkurt bendir á at spentir Tesla fjepparar hava siti klárir við knappaborðið.