KIA EV3

Bilurin í miðdepilinum hesaferð er Nýggi Kia EV3, sum í ár er kosin Årets Bil I Danmark 2025. Vit hava roynt hann, og vita hvussu hann klárars eg í føroyskum viðurskiftum.

Kia EV3 er eitt nýtt boð upp á eina kompakta el-SUV frá Kia, sum longu hevur fingið nógv rós og er kosin Ársins Bilur í Danmark 2025. Men hvussu klárar hesin bilurin seg á føroyskum vegum við brøttum brekkum, strongum vindi og skiftandi veðri? Vit hava roynt bilin fyri at finna út av tí

Snið og innrætting

Kia EV3 hevur eitt nútímans og markant snið, sum tekur støði í nýggju designlinjuni hjá Kia. Kabinan er rúmlig og bjóðar gott pláss til fýra vaksin ella eina familju við trimum børnum. Í GT-Line-útgávuni eru framsetrini serliga komfortablir við bæði hita, køling og elektriskari stilling.

Bagasjurúmið er 460 litrar, sum ger EV3 hóskandi til bæði gerandisbrúk og ferðir runt um í landinum.

Prísur

Fæst hjá Wenzel Stiðjagøta

Úr389.900kr.*

* Galdandi tá mvg er afturborið. Prísur við mvg úr kr. 442.400

Kia EV3 Standard Range FWD

  • Motor: En elmotor – forhjulstræk. Batteri (brutto/netto): 81/78 kWh (NCM)
  • CO2 udledning: 0 g/km
  • Effekt: 204 hk
  • Moment: 283 Nm
  • Topfart: 170 km/t.
  • Acc. (0-100): 7,7 sek.
  • Køreklar vægt: 1.885 kg
  • Maks. påhængsvægt: 1.000 kg
  • Bagagerum: 460 liter
  • Akselafstand: 268 cm
  • Officiel rækkevidde: 587 km
  • Garanti (bil/lak/rust) 7 / 5 / 12
    Bilgaranti: Maks. 150.000 km.
  • Batteri: 7 år/150.000 km
  • Mål: L:431 cm B:185 cm H:157 cm

Tøkni og útgerð

EV3 er væl útgjørdur við einum stórum infotainment-skjáli, sum samantvinnar navigatión, klimaskipan og bilupplýsingar. Afturat hesum hevur bilin eisini head-up display, sum vísir neyðugar upplýsingar beint á framrúðuna.

Kia hevur funnið eitt gott javnvágspunkt millum nýggju skíggjarnar og fysiska knappaborðið, sum ger bilin lættan at nýta.

Koyrieginleikar og røkkivídd

EV3 hevur eina elmotor við 204 hk og eitt trekk av 283 Nm, sum gevur eina skjótari acceleratión (0-100 km/t upp á 7,7 sekund).

Sambært WLTP hevur Kia EV3 eina áleiðis røkkivídd á 587 km. Royndir í Danmark vístu tó eina veruliga røkkivídd upp á uml. 420 km við 20°C og uml. 350 km við 0°C. Í føroyskum viðurskiftum við køldum veðri og nógvum motbakka koyring, kann røkkivíddin væntast at verða nakað minni.

Ladding og orkunýtsla

EV3 nýtir eitt 400-volta skipan við einum 78 kWh battaríi (nettó). Við skjótladding (DC) klárar EV3 upp í 128 kW, sum gevur eina løðing frá 10% til 80% upp á uml. 30 minuttir.

Í okkara royndum bleiv 27 kWh løtt eftir 15 minuttir og 56 kWh eftir 30 minuttir, sum svarar til eini 300 km koyring í summartíð.

Koyrieginleikar í Føroyum

EV3 hevur eitt væl balancerað fjøðringsskipan, sum ger bilin væl egnaðan til føroysku vegirnar, har broyttar vegbreiðdir og ósløtt undirlag kunnu verða ein avbjóðing. Høga setrastøðan gevur gott yvirlit, og bilurin koyrir sera tyst, sum ger túrin meir komfortablan.

Niðurstøða

Kia EV3 er ein væl úr hondum komin elbilur, sum bjóðar rúmliga kabinu, góða komfort og modernaða tøkni. Røkkivíddin er imponerandi, men í føroyskum viðurskiftum kann væntast at verða nakað styttri. EV3 er eitt gott val til bæði gerandisbrúk og longri túrar runt um oyggjarnar.

Les víðari og fá nærri at vita, hvussu Kia EV3 klárar seg á føroyskum vegum.

Tórshavn –> Viðareiði –> Tórshavn

Sambært WLTP klárar Kia EV3 Standard Range FWD upp til 435 km uppá eina løðing. Vit hava kanna hvat bilurin klárar í føroyskum viðurskiftum, við einum túri úr Havn til Viðareiðis, og aftur til Havnar. Bilurin var løddur til 100% tá vit koyrdu úr havnini, ein dag í mars mánaða 2025, har 5 hitastig vóru, regn og 5 m/s.