Lýsing av akfari

2018 Nissan Leaf

Vitjandi: 333

Prísuppskot:
165.000 kr.
2018 Nissan Leaf
  •  Útgerð
  •  Meira info
  • 360 kamera
  • Aircondition
  • Apple Carplay
  • Automatisk ljós
  • Automatisk neyðbremsa
  • Automatisk parkering
  • Automatisk start/stop
  • Bakkikamera
  • Bakkisensor
  • Blindvinkul assistent
  • Bluetooth
  • Dekktrýstmátari
  • Fartpilot
  • Fartpilot - adaptivan
  • GPS
  • Hevur verið til øll eftirlit
  • Hita í róðrinum
  • Hiti í setrum
  • Isofix
  • Klima anlegg
  • Kurvuljós
  • Lane-assistant
  • Langljós-assistent
  • LED forlyktir
  • Leður setur
  • Lyklafrí skipan
  • Parkerings-assistent
  • Regn-sensor
  • Sensorar
  • Tokuljós
  • Touch display

Bilurin er frá nov. 2018, og sýnaður tann 2. des. 2022.

Bilurin hevur framúr góðar koyrieginleikar. Serliga er tað sokallaða e-pedalfunktiónin, ið ger bilin so behagiligan at koyra. Tú brúkar í roynd og veru bert fótin á speedaranum til bæði at geva ferð og til at bremsa við. Tú minkar um ferðina við at lætta um trýstið á spedaran. Tá koblar tú líðandi generatorin til. Tað ger at bilurin bremsar meðan battaríið verður løtt við orkuni frá uppbremsingini, hetta merkir eisini minimalt slit á bæði bremsuklossarnar og -skivur . Góða trekkraftin líka frá byrjan og lága tyngdarpunktið gera at tú kennir teg eitt við asfaltið, og hevur bilurin eisini framúr góðar koyrieginleikar. Upphiting er við hitapumpu, sum gevur lutfalsliga lítla streymnýtslu til upphitingina.

Trygdin er heilt í topp. LEAF hevur 5 stjørnur í Euro NCAP trygdartestini. M.a. kann nevnast intelligent neyðbremsa, sum tekur hæddfyri bæði gangandi og súkklandi samstundis sum hugt verðir fram til næsta bilin og bilin frammanfyri henda.

Funkan “Intelligent vognbane assistent” kann bæði hjálpa við at halda bilin miðskeiðis á tíni koyribreyt, og  ávarða, um tú ert á skeivari kós. Hetta verður gjørt við sjálvvikrandi at rætta uppá róðuri, so tú følir at bilurin er á veg úr koyribreytini. Hetta kann virka sum ein góð ávarðing og hjálp um tú ert við at durva.

Ferðsluskelti fyri hámarksferð kunnu avlesast og mest loyvda ferðin verður síðani leypandi víst á displaynum. Eisini er møguleiki fyri at fáa ávarðing fyri bilar, sum eru í blinda vinklinum.

Serliga góða útgerðin, sum lættir um koyringina, er eisini við til at gera koyringna tryggari, tí bilarførarin nýtist ikki at hugsa so nógv annað enn sjálva koyringina. Adaptivi fartpilotuirn ger at bilur sjálvvirkandi fylgir við ferðsluni upp til hámarksferðina, sum tú hevur valgt. Møtir tú bilum í myrki, so kunnu  langljósini sjálvvirkandi blenda bæði niður og upp. Viskarin kann eisini setast til at koyra sjálvvirkandi í mun til regni.

Kameru, sum eru 360 gradir kring bilin, eru eisini sera hent. Tey geva gott yvirlit, tá tað skal bakkast, eisini  til síðurnar, tá bakkað verður út á ein tvørgangandi veg. Sensorar eru eisini bæði framman og aftan, hesir geva akustiska ávarðing, um tú ert við at koma ímóti onkrum. Hetta bæði lættir um, og gevur betri tryggleika móti ákoyring, tá tað skal parkerast. Bilurin hevur eisini møguleika fyri sjálvvikrandi parkering. Carplay appin kann nýtast bæði til navigatión og til undirhald. Bose hátalararnir borga fyri góðari ljóðgóðsku.

Hetta er stutt sagt ein bilur, hvørs koyrieginleikar og góðska eiga at verða upplivað, fyri veruliga at staðfesta hvussu dámligur og tryggur bilurin er at koyra.

Sama merki

Um akfarið
  • Merki Nissan
  • Modell Leaf
  • Standur Brúkt/ur
  • Ár 2018
  • Km 50000
  • Brennievni El bilur
  • Hestakreftur 150
  • Gir Automatisk
  • Tal av setrum 5
  • Tal av hurðum 5
  • Bólk >Hatch/Mini
  • Øki Suðurstreymoy
  • Seinast sýnaður 02-12-22
  •    
  • Samband Tel.: 290842
  •  
Treytir

Akfør.fo formidlar sambandi millum keypara og seljara, sum síðani sjálvi finna útav handlinum sínamillum.

Les um okkara treytir her

Seinastu tíðindastubbarnir

Sama merki