Battaríið skal skiftast á Hyundai Kona bilum frá 2018-2020

Battaríið skal skiftast á Hyundai Kona bilum frá 2018-2020

Sambært Reuters, við Hyundai Motors sum keldu, skulu 76.000 el-drivnir Hyundai Kona bilar innkallast fyri at skifta háspennings-battaríið. Orsøkin er at eldur er festur í 15 Hyundai Kona bilar kring heimin, og av teimum eru 11 í Suður Korea, tveir í Kanada, ein í Finnlandi og ein í Eysturríki. Hyundai hevur roynt seg við dagføringum í forritinum, men hetta hevur ikki loyst trupulleikan.

Mett verður at kostnaðurin fer at verða uml. 5,5 mia. kr. og greinarar meta at fordeilingin av kostnaðinum millum Hyundai sum bilaframleiðari, og LG sum veitari av battaríunum, væntandi verður uppá pláss í komandi viku.

Hyundai hevur ikki kunnað um nær bilar verða innkallaðir, ella um tað eru allir bilar frá 2018-2020 sum eru ávirkaðir av hesum trupulleika.

Inntil battaríini vera útskift, mælir Hyundai til hægst at løða battaríið upp á 90% á Hyundai Kona og Hyundai Ioniq bilum.

Les meira um evni á FDM

Vehicle added!
The vehicle is already in the wishlist!