
Orkumálaráðharrar í ES eru nú vorðnir samdir um ein lógarpakka á veðurlagsøkinum, sum m.a. snýr seg um at steðga sølu av bilum, sum koyra uppá lívrunnið brennievni, í 2035.
Tíðindastubbar
Orkumálaráðharrar í ES eru nú vorðnir samdir um ein lógarpakka á veðurlagsøkinum, sum m.a. snýr seg um at steðga sølu av bilum, sum koyra uppá lívrunnið brennievni, í 2035.
Vit hava skrivað undir avtaluna fyri einum tíma síðani, sigur Rúni Djurhuus, tá vit hitta hann í telefonini.
Hann sigur, at Sp/F Bilrøkt verður eitt felag undir P/F Wenzel, men fer at koyra víðari sum vit kenna tað. Handilin er, sum altíð í slíkum førum, treytaður av, at Kappingareftirlitið góðtekur ein slíka samanlegging.
Vinnarin av Top Shine gávukorti funnin Vinnarin av Facebook kappingini, um eitt gávukort á 1.600 kr. frá Top Shine í Klaksvík gjørdist Eyðrið Jøkladal Hansen. Hjartaliga tillukku við vinninginum 🙂
Fitt av fólki høvdu leitað sær á Kongabrúnna í dag, tá minnismerki um fyrsta bilin, sum kom á land í Føroyum fyri 100 árum síðani, varð avdúkað av borgarstjóranum Heðini Mortensen.
Stór Bilasølustevna í ítróttarhøllini í Trongisvági verður vikuskiftið 7. og 8. mai. Hetta er tann afturvendandi sølustevnan, sum Tvøroyrar nýggjársnevnd skipar fyri á hvørjum ári. Tað er ókeypis at koma inn á bilsølustevnuna.
Vinnarin av páskaregginum er funnin Vit hava drigið ein vinnara burturúr teimum mongu sum lúttóku í okkara kapping um eitt páskaregg. Hepni vinnarin gjørdist Kristina Eysturberg. Vit vilja hervið ynskja øllum einar gleðiligar páskir.
Fólk við bilum av slagnum Kia, MG og Isuzu nýtast ikki longur til Havnar tá bilurin skal til eftirlit. Tað verður nú gjørt í Klaksvík
Tíðindaskriv – Mikukvøldi 6. apríl kl 19:30 verður spennandi framløga og ársaðalfundur hjá Elbilafelagnum, á Føroya Handilsskúla (gamli Handilsskúlin, við síðuna av Glasir), Janusargøta 2. Øll eru vælkomin.
Vit hava lúkað Fyri at gera upplivingina betur hjá teimum sum leita eftir akfari, hava vit slókt øll akfør sum hava staði til sølu í meira enn 3 mánaðir. Hetta vil tryggja at seldir bilar ikki verða hangandi, og um mann hevur ein bil sum hevur staði til sølu í meira enn 3 mánaðir – […]
Seinastu dagarnar hevur KVF havt nøkur innsløg í Degi og viku, har tað verður ført fram, at tilbúgvingin í Føroyum, í flestu kommunum, ikki er klár til uppgávuna, um ein elbilur skuldi verið fyri óhappi.